Salou (Barcelona)

úr 4.990,-

fyri hvønn

 

Kom við okkum til Salou, ið liggur sunnanfyri Barcelona, har vit hava eitt breitt úrval av hotellum til allar aldursbólkar. Send okkum ein fyrispurning við tínum ynskjum, og vit venda aftur til tín við einum spennandi tilboði.

 

Prísdømir við fráferð tann 14. apríl og heimferð tann 21. apríl:

1 - Hotel Acqua Salou.

Hotel til vaksin sum ferðast uttan børn mitt í Salou. Á hotellinum verður gist í dupultkamari, har morgunmatur er við í prísinum. Les um hotellið her.

Prísur úr 4.990 kr. fyri hvønn.

 

2 - Estival Eldorado Resort.

Hotel til barnafamiljur sum ynskja hotel við undirhaldi og beint við strondina. Á hotellinum verður gist í einari Junior Suite, har morgunmatur er við í prísinum. Les um hotellið her.

Prísur úr 4.990 kr. fyri vaksin.

Prísur úr 3.590 kr. fyri barn (2-11 ár).

 

 

Atlantic Airways flýgur til Barcelona hvønn týsdag frá 14. apríl til og við 20. oktober.

 

Hava tit fyrispurningar ella annað í samband við ferðum, so er enduliga at seta tykkum í samband við okkum á flog@flog.fo ella á 318 318.

Íroknað

Ferðaseðlar
Ferðaavgjøld
Gisting á hotelli í eina viku
Morgunmat

Vit fara - kemur tú við?

Skriva navn, teldupost og telefon. Upplýs síðan hvussu nógv vaksin/børn tit eru. Og onnur serlig ynski í samband við ferðina
Takk fyri tín fyrispurning.
Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.
Okkara samstarvsfelagar
Fyri hvønn ferðandi letur Flog.fo 30 kr. til Team Rynkeby.
We support Team Rynkeby with 30 kr. for every person travelling through Flog.fo.